Skip to main content
Torshavn, Faroe islands

Welcome to order a painting. You can for example want a specific motif, your home village, city or nature where you live. You can send me a photo for me to paint. I can also help you find a good motif. You can tell me the size and colors if you want. I will send pictures to the buyer where necessary. Also abroad.

Føroyar eru ein ótømiligur pallur fyri myndevni. Um tú fert nærri, so kann bara ein lítil plettur, stað, bygd ella býur vera líka ótømandi. Støðugt broytist ljósið og harvið litirnir sama dag og gjøgnum árstíðirnar.

Eg arbeiði við einum ekspressivum myndamáli í einum spenningsmóti millum tað kenda og tað abstrakta. Eg lati kenslur og tað innara virka við, so eg kenni meg fríari av myndevninum.

Fyri tað mesta er tað málningurin, ið eg arbeiði við. Men eg arbeiði eisini við øðrum tilfari m.a. akryl á pappír og nýtslu av oljukriti og vatnliti.

Palettin er litglað og ljósið spælir í ymsum líki.

Eg byrjaði at mála í 1976. Í 2003 var eg á listaháskúla í Holbæk og havi luttikið á fleiri smærri listaskeiðum.

Make an appointment

you are always welcome

Or call me directly: +298 222876